Tilmelding til Pjátran

Pjátran - ein sang- og hugnaløta fyri foreldur og smábørn (0-5 ár).

Byrjað verður við eini sangløtu. Gjøgnum tónleik, rím, rørslur og rútmur fær barnið sansastimbrandi upplivingar í tí góða samspælinum við foreldrini. Vit ynskja at skapa eitt umhvørvi við nærveru og nærleika, har barn og foreldur styrkast í sambandinum sínámillum.

Við nøkrum sangum og føstum bønum bjóða vit eisini børnum og foreldrum at venda sær til Gud og gleðast um tað lív, hann hevur givið okkum.

Aftan á sangløtuna er ein løta har børnini kunnu spæla saman, og til ber eisini at eta matpakka. Vit bjóða drekka og frukt.

Tiltakið er ókeypis. Tó er gott um tit hava 10 kr. við fyri drekkamunnin. Ein bússa stendur frammi til tað.

Fyll inn upplýsingar um barnið / børnini tú teknar til Pjátran.
(Um ein annan vaksin í tykkara húskið fer at koma við, ber eisini til at fylla inn upplýsingar um hann/henni)

Navnalistan er eitt amboð hjá okkum at síggja hvør ynskir at vera ein partur av Lívdini. Vit biðja javnan fyri tey sum standa á navnalistan, og vit brúka eisini navnalistan at senda viðkomandi kunning út.

This site is protected by reCAPTCHA and the Google Privacy Policy and Terms of Service apply.